Leiðslan og stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, eru ikki nøgd við fíggjarligu gongdina í skipanini.
Tað verður staðfest, nú ALS hevur almannakunngjørt úrlsitið fyri í fjør.
Úrslitið vísir, at í fjør hevði Arbeiðsloysisskipanin eitt avlop á 5,5 milliónir krónur. Men her uppi í er ein einstøk inntøka á 5,6 milliónir frá búnum eftir Føroya Fiskavirking. Hevði hendan inntøkan ikki verið, hevði Als havt 100.000 krónur í halli í fjør.
- Leiðsla og stýrið eru ikki nøgd við úrslitið, tí tá arbeiðsloysið er so lágt, sum tað hevur verið í 2014, eigur Arbeiðsloysisskipanin at hava størri avlop og verða styrkt fíggjarliga, sigur Als í tíðindaskrivi.
- Úrslitið átti at verið einar 25-30 milliónir krónur hægri, enn tað var, sigur ALS.
Í fjør hækkaðu inngjøldini hjá ALS 6,4 milliónir krónur í fjør, úr 183,5 milliónir krónum, upp í 189,9 milliónir krónur. Og tað er tí, at lønargjaldingarnar í Føroyum hækkaðu. Samstundis minkaðu útgjøldini úr 196,4 milliónum krónum, niður í 166 milliónum krónum.
- Tað er serliga útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli, sum er nógv minkað. Tað er minkað úr 151,7 milliónum krónum, niður í 120,8 milliónir krónur.
Útgjaldið úr Fiskavirkisskipanini er bara minkað úr 24,4 milliónum krónum, niður í 22,6 milliónir krónur.
- Afturberingin fyri starvsvenjingar var 11,7 milliónir krónur, og átta milliónir krónur vórðu brúktar til førleikamenning og arbeiðsmarknaðarátøk í 2014.
Annars halda tey í Als, at útlitini eru hampiliga góð.
- Eingi tekin eru um, at arbeiðsloysið fer at vaksa aftur í næstum, og eftirspurningurin á arbeiðsmegi er enn stórur.
- Við teimum lógarbroytingunum, sum løgtingið júst hevur samtykt, eru fyritreytirnar fyri fíggjarligum haldføri munandi betri, og sum útlitini eru nú, verður mett, at Arbeiðsloysisskipanin fer at hava eitt avlop á 20 - 30 milliónir krónur í ár.










