Skuldu havt 2000 almennar íbúðir til leigu í Føroyum

BÚSTAÐIR Vit eru langt afturúrsigld, hvat bústaðum viðvíkur, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum

Skuldu vit verið á sama stigið sum Danmark, Hetland og Orkneyoyggjar, skulu vit havt eina 2.000-3.000 almennar leiguíbúðir í Føroyum.
Tað staðfesti Andras Róin, stjóri í Bústøðum á Ráðstevnu hjá Landsfelag Pensjónistanna leygardagin.
Hann vísir á, at í Danmark og í Svøríki er triði hvør bústaður ein leigubústaður, í Íslandi er tað nakað minni.

Serlig endamál
Og endamálið við at umskipa gamla Húsalánsgrunnurin og gera hann til eitt Bústaðarfelag, var nettupp at útvega bústaðir.
Bústaðir skuldu hava eitt samfelagsgagnligt endamál.
Eitt, sum liggur í tí, er, at tá ið íbúðir og nýggir býlingar verða bygdir, fáa kommunur og almannaverk høvi til at fáa framíhjárætt til nakrar íbúðir at leiga út til serligar bólkar í samfelagnum.
Nógv tær flestu íbúðirnar, Bústaðin byggir, eru vanligir bústaðir, har øll hava sama møguleika at leiga sær ein bústað.
Men triðjahvør, ella fjórðahvør íbúð verður bjóðað út til kommunurnar og almannaverk ella onnur, og so gera tey av, hvør fær íbúðirnar til leigu, antin talan so verður um eldrabústaðir, lestrarbústaðir, ella bústaður til aðrar bólkar.
- Miðað verður eisini eftir, at fjórða hvør íbúð er bygt til rørslutarnað, sigur Andras Róin.

Kann ikki vera rætt
Hinvegin ásannar Andras Róin eisini, at tað er ein avbjóðing at byggja íbúðir í Føroyum, tí tað er so dýrt.
Eitt er at lendisarbeiðið er dýrt í Føroyum.
Yvirhøvur er tað ein stór avbjóðing hjá Bústøðum at fáa byggikostnaðin niður og nógv orka verður løgd í at samskifta við byggivinnuna um tað.
Andras Róin vísir á, at í Danmark er kostar ein íbúð einar 14.000 krónur fermeturin at byggja.
- Tær fyrstu íbúðirnar, Bústaðir bjóðaði út, vóru í Leirvík og tá ið tilboðini komu inn, kostaður tær næstan 23.000 krónur fermeturin at byggja.
- Vit halda ikki, at tað kann vera rætt, at tað skal verða 40 prosent dýrari at byggja í Føroyum og tí leggja vit nógva orku í at fáa byggikostnaðin niður, sigur Andras Róin.
Í hesum sambandi eru Bústaðir í samráðingum við byggivinnuna um, hvussu prísurin kann fáast niður
Stjórin sigur, at prísurin á íbúðum, Bústaðir byggja runt um í landinum, liggur nú um 14.000-15.000 krónur fermeturin.
Tað merkir, at ein íbúð á 60 fermetrar, kostar ikki 1,2 milliónir at byggja, men 900.000 krónur og tað merkir samstundis eina lægri húsaleigu.
Hann sigur, at nú Bústaðir eru farin undir at byggja íbúðir, eru tey byrjað við smáum verkætlanum fyri at finna tann rætta formin.
- Í Leirvík varð byggingin boðin út alment og har verður bygt á staðnum. Á Tvøroyri var einki útboð, tí har varð avtalað gjørd við ein byggiharra og íbúðirnar í Sørvági eru innfluttar úr Baltalondum og settar upp.
- Tað var ikki væl dámt í byggivinnuni at íbúðirnar vórðu gjørdar uttanlands. Og rætt er tað, at arbeiðið og virði fara av landinum. Hinvegin er ógvuliga torført at fáa fatur á handverkarum í Føroyum, so skulu vit bara dúva upp á føroyska arbeiðsmegi, verða vit aldrin liðug, soleiðis sum umstøðurnar eru nú, sigur Andras Róin.

Leigan niður
Andras Róin sigur, at umframt at royna at fáa byggikostnaðin niður, leggur Bústaðir yvirhøvur stóra orku í at fáa leigiprísin niður.
Hann staðfestir, at í Danmark eru nógvar íbúðir bygdar í fimti og sekstiárunum og tær eru langt síðani goldnar.
- Sostatt fer ein partur av húsaleiguni í grunnar, sum fíggjar nýggjar bústaðir.
Hinvegin noyðist Bústaðir at byrja púra av nýggjum og tí hava vit ongar bústaðir, sum geva yvirskot, ið kann brúkast at fíggja fleiri íbúðir.
Bústaðir hava hvørki realkreditt ella kommunala fígging.
Í Danmark fíggja kommunur 14 prosent av byggingini og tað er rentu- og avdráttarfrítt í 50 ár.
Í Danmark hava bústaðarfeløg rætt til realkreditt lán við einum bidragið á 0,2 prosent, har tað í Føroyum er 1,7 prosent, í hvussu so er onkustaðni.
Harafturat veitir staturin veðhald fyri rentuhækkingum.
Hinvegin hava Bústaðir tann fyrimun, at tey sleppa undan mvg og tað ger byggingina 20 prosent bíligari at byggja, og íbúðina 20 prosent bíligari at leiga.
Bústaðir hevur eisini fingið grundstykki lagaliga frá kommunum og ein handverkari í Føroyum kostar væl minni enn hann ger í okkara grannalondum.
- Eftirspurningurin eftir íbúðum er stórur og tað merkir, at vágin hjá Bústøðum at byggja er lítil.
Somuleiðis eiga Bústaðir góðar 300 milliónir, umframt tað, vit hava framvegis úti í láni og tað er ein góð byrjan.
Harafturat arbeiðir Bústaðir við einum leisti, har tey siga, at tey fyrstu 20-30 prosentini av byggingini er eitt stovnsfæ hjá Bústøðum, sum ikki skal telja við, tá ið húsaleigan verður roknað út.
Vit vænta, at tað er ein mannagongd, politiski myndugleikin góðtekur fyri at fáa húsaleiguna longur niður, tí íbúðin fer alsamt at hava eitt ávíst virði.



SITAT:

Tað er ein avbjóðing at byggja íbúðir í Føroyum, tí tað er so dýrt