Skuldu avgjørt dystin

Fróði Benjaminsen var als ikki nøgdur um, at tað ikki eydnaðist B36 at vinna dystin móti NSÍ.

- Teir liggja afturi á vøllinum í bíða, men so leingi sum vit halda ferðini uppi, sita vit á øllum. Eg haldi ikki, at teir skapa ein tann einasta møguleika í 60 minuttir. Men tá teir fáa drigið ferðina niður, gongur galið hjá okkum.

Tit komu undir stórt trýst seinastu løtuna. Bakkaðu tit ov nógv?

-Tað gjørdu vit kanska. Tað gevur teimum pláss at koma longur fram á vøllin, og tað fáa teir so gjørt sær dælt av at enda. Men tað er irriterandi, at vit bert fingu javnt, tá vit høvdu allar kjansir at punktera dystin í fyrra hálvleiki.