Skuldsettur í tólv førum

Mikumorgunin byrjaði rættarmálið móti einum 30 ára gomlum manni, sum er skuldsettur í 12 førum.

Fyrsta viðurskiftið, sum Føroya Rættur tók upp, var eitt mál um skjalafalsan frá 2004, har maðurin var ákærdur saman við unnistu síni. Sambært ákæruritinum fekk unnustan, við einum skjali til ferðaforskot frá tí almenna, av órøttum útflýggjaðar 15.000 kr. frá Tollbúðuni í Havn. Maðurin, sum starvaðist á almennum stovni um tað mundið, varð tí ákærdur fyri at vera medvirkandi til skjalafalsan. Maðurin noktaði seg sekan í førinum.

Fýra harðskapsmál
Fýra ákærur snúði seg um harðskap. Fyrsta harðskapsmálið, sum rætturin tók upp móti tí 30 ára gamla manninum, skuldi verið farið fram í 2004. Maðurin er skuldsettur fyri at hava lagt á ein annan mann tíðliga á morgni á G-festivalinum. Maðurin, sum var fyri harðskapinum, breyt nøsina og kom í viðgerð á sjúkrahúsi. Hann vitnaði í rættarmálinum, og segði seg kenna ákærda aftur. Tann 30 ára gamli noktaði seg sekan.
Næsta harðskapsmálið skal vera farið fram uttan fyri náttklubban Manhattan í Sverrisgøtu í Havn, eisini í 2004. Sambært skuldsetingunum, legði maðurin á ein unga kvinnu, blakaði hana niður í vegin og bardi hana somikið álvarsliga, at hon breyt óstbeinið.
Triðja harðskapsmálið skal vera farið fram nýggjársmorgun 2004. Tá var offurið ein maður, sum var á veg heim úr býnum. Á Bókbindaragøtu møtir hann ákærda, sum leggur á hann, slær, sparkar og bankar høvdið móti asfaltinum. Ákærdi segði seg ikki minnast hendingina og noktaði seg sekan.
Sama morgun skal fjórða harðskapsmálið vera framt, hesaferð móti unnustuni. Sambært ákæruritinum skal tann 30 ára gamli hava lagt á unnustuna, tikið í hana og blakað hana hálvan vegin oman trappurnar. Á rættarfundinum viðgekk ákærdi, at tey bæði bardust hendan morgunin, men hann nóktaði seg kortini sekan í ákærunum.


Trý rúsevnismál
30 ára gamli var í trimum førum ákærdur fyri at hava brotið lógina um euforiserandi evni. Í einum føri, har ákærdi varð skuldsettur fyri at hava havt 8 g. av amfetamin uppi á sær, valdi ákærin Linda Hesselberg at sleppa ákæruni.
Næsta málið um euforiserandi evni snúði seg um, at ákærdi hevði eina hashpípu við hashrestum í, á bustaði sínum. Hesum játtaði maðurin seg sekan í.
Triðja ákæran um euforiserandi evni, snúði seg um, at maðurin hevði smuglað 88 gram av hash til Føroyar. Hann varð tikin á flogvøllinum og sendur til Havnar at taka røntgenmynd. Hendan myndin prógvaði, at rúsevni vóru í endatarminum á honum. Hesum játtaði maðurin seg sekan í.

Resept
Í einum føri var maðurin ákærdur fyri stuldur og skjalafalsan, tá hann hevði tikið eina resept frá kommunulæknanum, útfylt og stemplað hana og latið hana inn á apotekið. Sambært læknanum hevði maðurin verið hjá honum sama dag og fingið eina resept til pensillin, og falsaða reseptin hevði raðnummar næst hesari. Eisini í hesum førinum noktaði maðurin seg sekan.

El-lutir í bilinum
Annað sum 30 ára gamli var ákærdur fyri hendan mogunin í Føroya Rætti, var málið um virðismiklar el-lutir, sum ákærdi hevði í varðveitslu fyri fyrrverandi arbeiðsplássið, sum er sama arbeiðspláss, sum nevnt varð omanfyri. Aftaná í fleiri førum úrslitaleyst at vera ryktur fyri lutirnar, meldaði ákærdi lutirnar stolnar úr bili sínum. Seinni sama dag fann løgreglan onkran lut hjá einum vinmanni hjá ákærda. Íøðrum lagi hevur fyrrverandi arbeiðsplássið stevnt manninum eftir lutunum.

Rúsdrekkakoyring
Seinasta ákæran móti tí 30 ára gamla snúði seg um rúsdrekkakoyring. Koyrikortið hjá manninum varð tikið, eftir at hann koyrdi ávirkaður við 1,04 promillu í blóðinum.

Dómur 4. mai
Tá rættarfundurin varð settur, kom fram, at fleiri upplýsingar og skuldsetingar eru móti manninum, og at málið tí heldur fram 4 mai. Dómur fellur væntandi tá.