Skuldsettur fyri neyðtøku

Føroya rættur avgjørdi týsdagin at leingja varðhaldsfongslingina av einum 53 ára gomlum manni, ið er skuldsettur fyri siðamisbrot

Føroya Rættur avgjørdi týsdagin, at grundarlag er fyri at leingja varðhaldsfongslingina av einum 53 ára gomlum manni, ið er skuldsettur fyri siðamisbrot.

Tann 29. apríl í ár varð maðurin varðhaldsfongslaður í 4 vikur og skuldsetingin ljóðar uppá neyðtøku og annað kynsligt samband, enn samlegu.

Ein skuldseting er nú komin afturat teimum 4, ið vóru frammanundan. Hann er nú eisini skuldsettur fyri at hava roynt at neytikið eina 16 ára gamla gentu í februar 1993.

Hinir 4 tilburðirnir hendu frá september 1994 til desember í fjør.

Varðhaldsfongslingin er longd, so maðurin ikki hevur møguleika at ávirka vitnini. Ein persónkanning av manninum er um at vera liðug. Rætturin gjørdi av, at maðurin skal vera innlagdur á psykiatriskudeild á Landsjúkrahúsinum, meðan mentalkanning fer fram. Varðhaldsfongslingin er long 4 vikur.