Løgreglan í Serbia leggur nú fyrrverandi forsetan, Slobodan Milosevic, undir at hava verið uppií, tá ein annar fyrrverandi serbiskur forseti, Ivan Stambolic, varð burturfluttur og myrdur. Tíðindastovan Beta skrivar, at átta onnur fólk eru undir illgruna í sama máli. Teirra millum er fyrrverandi ovastin í trygdartænastuni, Radomir Markovic.
Ivan Stambolic varð burturfluttur í einari viðalund í Beograd í august í 2000, stutt áðrenn Milosevic varð koyrdur frá. Í síðsta mánað varð líkið funnið í einum námi har norðuri í Serbia.










