Skuldsettur fyri at seta eld á

Løgreglan er ikki liðug at kanna málið

Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at eldur var í tveimum bingjum, sum stóðu í grótbrotinum í Sandavági.

Vitni høvdi sæð nakrar ungar dreingir har um vegir á skutara um sama mundi og løgreglan sigur, at fyribils er ein av teimum skuldsettur fyri at hava sett eld á.

Skaði stóðst av eldinum, men hvussu umfarandi hann er, vita tey ikki enn. Men tey siga, at tey kanningarnar í málinum halda fram í dag.

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið heilt friðarligt í nátt og í gjár.

Og ein bilur, sum varð eftirlýstur í fyrradagin, er kom aftur í aftur stutt eftir.