Í nátt var ein maður so ólátaður á einum skeinkistaði í Klaksvík, at hann varð koyrdur á dyr. Tað hóvaði honum so illa, at hann tók knív fram og fór at hótta fólk, men hann hevði kortini ikki verið tætt við fólk, tá ið hann hótti. Løgreglan kom á staðið og legði hald á ein stóran knív, hann hevði uppi á sær. Samstundis er hann skuldsettur fyri at hótta fólk eftir lívinum.