Skuldsettur fyri at hava sett eld á hús á Stykkinum

Maðurin er nú varðhaldsfongslaður meðan løgreglan kannar málið

Í kvøld er ein maður fongslaður í fýra vikur fyri at hava sett eld á eini hús á Stykkinum. Tað var nakað út á kvøldið í gjárkvøldið, at fólk ringdu til løgregluna at boða frá, at tað var eldur í einum húsum. Tað var fitt av vindi, og har er tætt bygt, so úrslitið varð, at eldur kom eisini í tvey onnur hús.

 

Løgreglan sigur, at húsini hava fingið umfatandi skaða. Tað varð skjótt, at løgreglan fekk illgruna um, at eldurin var ásettur. Í hesum samandi hava tey havt samband við fleiri fólk og hava roynt at stykkjað málið saman. Endin varð at tey funnu fram til ein mann, sum síðani varð handtikin, og hann nú er skuldsettur fyri at hava sett eld á.

 

Maðurin var førdur fyri Føroya Rætt fyrrí í kvøld til grundlógaravhoyringar, og har varð hann fongslaður í fýra vikur, Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið.

 

##med2##

 

Løgreglan fær einki sagt um, hvørja støðu, maðurin sjálvur hevði til skuldarspurningin, ella hvat tað var, sum skuldi havt fingið hann at seta elda á. Tey siga eisini, at sum málið liggur nú, eru tað ikki fleiri fólk, sum verða skuldsett í málinum.

 

##med3##

 

##med4##