Tíðindafundur er í løtuni hjá donsku løgregluni í Næstved Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Skuldsettur fyri at hava dripið Emiliu Meng

Tann 32 ára gamli er nú skuldsettur fyri at hava dripið Emiliu Meng í 2017

 

Tíðindafundur er í løtuni hjá donsku løgregluni í Næstved Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Maðurin, sum 16. apríl var handtikin og skuldsettur fyri at hava burturflutt eina 13 ára gamla gentu í Danmark, er nú skuldsettur fyri at hava dripið og neyðtikið Emiliu Meng og fyri at hava hótt aðra kvinnu.

Tað hevur danska løgreglan júst boðað frá á tíðindafundi.

 

Eisini onnur mál verða kannað. Eitt mál er um álop á eina kvinnu í Sorø, sum við at berjast við álopsmannin slapp undan honum. Fyri hetta er tann 32 ára gamli maðurin eisini skuldsettur.

 

Løgreglan leggur dent á, at talan er um skuldseting og ikki um, at hann hevur játtað seg sekan.

 

 

 

Tíðindafundur er í løtuni hjá donsku løgregluni í Næstved Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix