Ein maður skal í grundlógaravhoyr í dag og møguliga varðhaldsfongslast fyri konubuking.
Um sekstíðina í gjárkvøldið ringdi ein kvinna til løgregluna og boðaði frá, at hon varð blivin bukað av manninum.
Løgreglan fór á staðið og hevur handtikið mannin, sum hevur ligið nátt í varðhaldinum. Í morgun verður hann førdur fram fyri dómara, sum skal taka støðu til, um grundarlag er fyri at varðhaldsfongsla mannin, sum altso er skuldsettur fyri at hava bukað konu sína.









