Skuldsettir fyri drápsroynd í Havn: Hetta vita vit higartil

Um vikuskiftið hevur eitt óvanliga hart álop framt í Havn, sum nú hevur leitt til, at tveir menn eru skuldsett fyri drápsroynd, meðan tvey onnur eisini eru handtikin fyri hendingina. Ivaleyst eru tey nógv, sum ikki hava fingið smálutirnar við. Her eru greinarnar, sum in.fo hevur skrivað um málið, har til ber at fylgja gongdini í málinum við at lesa hesar greinar, sum eru settar í kronologiska raðfylgju. 

 

 

 

Les eisini: Maðurin stungin fleiri ferðir

Leygardagin klokkan 5:00: Tað var klokkan umleið eitt leygarnáttina, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður varð stungin fleiri ferðir og bløddi illa. Fólk vóru komin til mannin á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í vesturbýnnum í Havn, og sjúkrabilur og løgregla vóru skjót á staðnum, og maðurin bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

 

 

 

Les eisini: Maður álopi og illa særdur 

Leygardagin klokkan 8:23 Tá ið løgregla og sjúkrabilur komu á staði, vóru fleiri fólk hjá honum, og tey sóu tey alt fyri eitt, at maðurin hevði verið álopin og hevði fleiri snuddir á kroppinum, ið stava frá vápni av onkrum slagi. Hvat vápn, talan er um, ber ikki til at siga í byrjanini, men hann er álopin uttandura.

 

 

 

 

Les eisini: Sóknast eftir vitnum til óvanliga harðligt álop

Leygardagin klokkan 12.05: Enn hevur løgreglan ikki fingið greiðu á, hvat tað var sum hendi, tá ið ein maður var fyri einum óvanliga harðligum álopið á Íslandsvegnum beint eftir midnátt í gjárkvøldið. Og tí vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum hava hoyrt ella sæð okkurt óvanligt á Íslandsvegnum, ella á Landavegnum um eitt tíðina í leygarnáttina.

 

 

 

Les eisini: Tveir mans skuldsettir fyri drápsroynd

Leygardagin klokkan 17:50: Tveir mans eru nú í Føroya Rætti, har teir í fyrra lagi eru skuldsettur fyri drápsroynd, í  øðrum lagi eru teir skuldsettir fyri harðskap. Hetta eru teir báðir menninir, ið vórðu tiknir eftir eitt óvanliga grovt álop í Havn í nátt, har ein maður varð álopin við tí, løgreglan heldur er við knívi, øks og einum gággara og hann fekk fleiri sár á kroppin, á beinini og á armarnar.

 

 

 

 

 

Les eisini: Tveir mans handtiknir aftrat fyri groft álop

Sunnudagin klokkan 8:42: Seint í gjárkvøldið tók løgreglan tveir mans afturat í sambandi við óvanliga grova álopið á ein mann á vegamótinum Íslandsvegur, Landavegur, seint fríggjakvøldið.