Skuldsetti maðurin situr í Mjørkadali

Maðurin, sum ikki varð varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í gjár situr, ein 8 ára fongsulsdóm í arrestini í Mjørkadali.

Hann er dømdur 8 ára fongsul fyri at hava framt grovan harðskap ímóti fýra fólkum í 2013. Hann kundi verið royndarleyslatin 14. november í fjør, men av tí at løgreglan hevði reist skuldseting ímóti honum fyri manndráp, so kundi hann ikki leyslatast.

Jógvan Páll Lassen, verji hjá manninum, segði við útvarpið, at maðurin tí í veruleikanum hevur verið varðhaldsflongslaður síðani. Men munurin er bara, at hann sleppur út 3. hvørja viku í tríggjar dagar, og at hann tá kann tosa frítt við hvønn tað skal vera.

Verjin er ikki nøgdu við avgerðina um, at maðurin ikki kann royndarleyslatast, og hevur tí kært málið til danska umboðsmannin.