Skuldsetir forsetan fyri landasvik

Andstøðuleiðarin í Ukraina, Julia Timosjenko, fer at royna at fáa landsins forseta, Viktor Janukovitsj, fyri ein ríkisrætt, har hann skal ákærast fyri landasvik. Andstøðan vil vera við, at tað var landasvik, tá Janukovitsj og russiski starvsbróður hansara, Dmitrij Medvedev, nýliga skrivaðu undir eina avtalu, sum gevur Russlandi rætt til at hava eina herflotastøð á Krimnesinum í 25 ár afturat.

-Eg eri til reiðar at átaka mær at savna ta neyðugu undirtøkuna fyri at fáa forsetan fyri ein ríkisrætt og fyri at fáa tjóðartingið upployst, segði Julia Timosjenko leygardagin.

Ukrainska grundlógin sigur, at tveir triðingar av tjóðartingslimunum skulu skriva undir eitt møguligt krav um at seta forsetan fyri ein ríkisrætt.

Andstøðan sjálv fær einki gjørt, tí hon er í minniluta í tinginum, skrivar AFP úr Kiev.