Skuldsetingin um barnaporno slept

Einki illgrunasamt var á teldunum, løgreglan í Føroyum legði hald á fyri einum mánað síðani

Tann 19. februar 2014 blivu húsarannsóknir framdar samstundis í Føroyum og Danmark í samband við illgrunað um barnaporno á internetinum.

 

Les eisini: Føroyingur undir illgruna fyri barnaporno

 

Har vóru tveir føroyingar,- ein í Føroyum og hin í Danmark undir illgruna.

Í tí sambandi hevur politiið kannað telduútgerð og aðra útgerð.

 

 Les eisini: Føroyingur niðri undur illgruna fyri barnaporno        

 

- Hesar kanningar eru nú liðnar og staðfest er, at onki illgrunasamt tilfar var á útgerðini.

 

- Skuldsetningarnar verða nú sleptar og onki meiri verður gjørt við málið, sigur løgreglan.