Skuldsetingar um valsvik í Egyptalandi

Andstøðan í Egyptalandi leggur myndugleikarnar undir valsvik á fólkaatkvøðuni í dag um nýggja grundlóg, og Muslimski Bróðurskapurin hjá Mohamed Mursi, forseta verður lagdur undir at svika við atkvøðuteljingini.

Talsfólk fyri andstøðuna siga, at brævbjálvar við atkvøðum vóru opnir, og at á einum valstaði í Kairo sluppu kristin ikki at greiða atkvøðu.

Andstøðan hevur kortini ikki mælt sínum stuðlum frá at atkvøða í hesum valumfarinum, sum umfatar Kairo, Alexandria og átta onnur øki. Næsta leygardag verður fólkaatkvøða í hinum partinum av landinum.

Allan dag hava fólk staðið í langari røð uttan fyri valstøðini og bíðað eftir at sleppa inn at atkvøða, og løgreglan og herurin hava staðið á varðhaldið í gøtunum fyri at forða mótmælum og samanbrestum.