Í Fraklandi hevur ein dómstólur gjørt av, at flogfelagið Air France hevði ábyrgdina av vanlukkuni, tá eitt flogfar hjá felagnum datt niður í Atlansthavið tann 1. juni í 2009. Øllo tey 228, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Vanlukkuflogfarið var av slagnum Airbus, og dómstólurin sigur, at Airbus-verksmiðjan kann eisini ábyrgjast fyri vanlukkuna.
Tað er framvegis ikki greitt, hví flogfarið datt niður, og dómstólurin ásannar, at orsøkin verður kanska ongantíð staðfest, tí prógvini liggja á havsins botni.
Kortini er staðfest, at ógvusligur torusláttur var á leiðini, har vanlukkan hendi. Eitt annað, sum franska ákæruvaldið hevur lagt dent á, er, at sambært teirri sjálvvirkandi fráboðanarskipanini í flogfarinum virkaðu ferðmátarnir ikki, sum teir skuldu.
Air France og Airbus hava gjørt av at rinda útreiðslurnar av enn einari roynd at finna vrakið av vanlukkuflogfarinum. Royndin byrjar í næstu viku og kostar góðar 60 milliónir krónur.