Skuldin veksur

Týska stjórnin hevur lagt fram sítt fíggjarlógaruppskot fyri 2005, og tað vísir, at týski ríkiskasin noyðist at læna 22 milliardir evrur næsta ár, soleiðis at almenna skuldin kemur upp á 1,4 billión evrur.

Andstøðan er í øðini og leggur stjórnina undir at skuldarbinda týska fólkið fleiri ættarlið fram í tíðina. Men Gerhard Schrøder, kanslari, vísir atfinningunum aftur. Í einari røðu mikudagin segði hann, at týski útflutningurin er veksandi, og at ávís framstig eru at síggja aðrastaðni eisini. At Opel og aðrar fyritøkur eru illa fyri, kann stjórnin ikki lastast fyri, tí í flestu førum eru tað leiðslurnar, sum hava skyldina. Politikararnir skulu ikki stýra fyritøkunum, men útvega teimum teir neyðugu karmarnar, og tað er tað, vit gera, segði Gerhard Schrøder.

Men andstøðan heldur ta almennu skuldina vera alt ov stóra. Talsmaðurin hjá CSU, Michael Glos, segði mikudagin, at nú er skuldin so stór, at hvør einasti nýføðingur fær eina skuld upp á 82.000 evrur í vøggugávu frá tí almenna.