Skuldi verið vorðin venjari

- Hví kundi Liverpool ikki gera tað fyri meg, sum Manchester United gjørdi fyri Ryan Giggs, spyr Steven Gerrard.

Steven Gerrard hevur júst skrivað eina nýggja útgávu av síni ævisøgu, og sum vera man, nertir hann við spurninginum um, hví hann ikki spælir í Liverpool í dag.

Svarið tykist rættiliga einfalt. Hevði Liverpool bjóðað honum møguleikan at vera venjari, hevði hann verið verandi.

Hann sigur, at hann veit, at hansara tíð sum fastur spælari á liðnum, í byrjunaruppstillingini til hvønn dyst, er liðug.

- Hvat mínum evnum viðvíkur, so kundi eg enn spælt, men eg hevði ikki orka at spælt hvønn dyst á mínum aldri, viðgongur Gerrard.

Tað, sum hann tó kundi hugsað sær, var at gerast spælandi venjari.

- Tað sum kundi hildið meg í Liverpool hetta kappingarárið, var møguleikin at skugga Brendan Rodgers og hansara toymi, umframt at spæla. Tíverri var hesin møguleikin einans nevndur eftir at eg var farin, skrivar Gerrard í ævisøgu síni.

- Eg veit ikki, um eg hevði verið nóg góður, men Liverpool koyrdi venjararnar Colin Pascoe og Mike Marsh í summar, so teir leitaðu eftir nýggjum venjarum. Eg hevði verið skræddaraseymaður til ein av hesum leiklutunum, umframt at eg kundi verið nýttur sum spælari. Eg kundi verið góður at havt í hópinum, ein góður innskiftari, samstundis sum eg fekk virðismiklar royndir innan venjarayrkið, skrivar Gerrard.

Hesin møguleikin stóð honum tó ongantíð í boðið, men Steven Gerrard spyr tó.

- Hví kundi Liverpool ikki gera tað fyri meg, sum Manchester United gjørdi fyri Ryan Giggs.