Skuldi verið trý mál og trý stig

- Tað er einki at tosa um. Hasin skuldi bara rullast inn í kassan, men har kom ein bøkkur fyri, so tað var tann møguleikin. Tað var annars stórt spell, tí hatta var eitt fínt álop, har vit spæla okkum ígjøgnum verjuna, áðrenn bólturin verður sendur inn, og skoraðu vit har, so hevði dysturin verið avgjørdur, segði føroyski tvímálsskjúttin, John Petersen, millum annað, tá vit hittu hann eftir dystin

Fótbóltstos

Maðurin, sum tók útlendsku yvirskriftirnar leygardagin, var John Petersen. Eingin ivi um tað.
Við sínum báðum málum tíðliga í fyrra hálvleiki sendi hann skjálvtar gjøgnum skotska grundvøllin, og tað var eisini sjálvsagt, at útlendsku tíðindamenninir flokkaðust um hann, tá skrivandi miðlarnir loksins fingu høv at hitta leikararnar.

Hasin skuldi inn
Tað var eisini sjónligt, at álopsmaðurin var ikki sørt errin, av at hann soleiðis hevði verið við til at skapt eina hálva sensatión, men hann ásannaði eins og liðfelagarnir, at úrslitið átti at veri enn betri hjá føroyska liðnum.
- Sjálvfylgiligt eri eg fegin um at fáa tvey mál í slíkum dysti, og sjálvandi eri eg eisini fegin um stigið, men tað hevði altso verið enn betri við trimum av hvørjum, segði hann, tá vit spurdu, hvusuu tað kendist at standa sum føroysku tvímálsskjútti.
Nógv varð annars gjørt burturúr undan dystinum, hvussu leikluturin hjá John fór at vera. Skuldi hann vera álopsmaður í einari 4-4-2, ella skuldi hann vera partur av miðvøllinum í eini 4-5-1? Nakað sum nógv hildu hóskaði seg betri til hansara spælistíl, har hann krevur at vera í sambandi við bóltin ofta.
- Hesa ferð var eg í útgangsstøðinum áleypari, men vit avgjrødu undan dystinum, at annar av álopsmonnunum skuldi leita longur aftur á vøllin til at søkja bóltin. Aloftast gjørdist tað so eg, og tað er kanska eisini náttúrligt, at so er, tí Christian Høgni og eg hava sjálvandi hvør sín spælistíl, helt hann um hetta.
Í báðum førunum, tá Føroyar skoraðu, var talan ananrs um bóltar inn um skotsku verjuna, har John líka sum bíðaði til í seinastu løtu við at fara inn, men hetta var tó ikki nakað, sum teir høvdu vant serstakt undir venjingunum.
- Hatta var meira slíkar støður, sum uppstanda í dystunum. Vit vita, at Jákup hevur nøkur sera góð innlegg, og í báðum førum kom bólturin somikið hart inn, at eg bara skuldi møta honum. Hasin seinni, sum kemur til vinstra beinið, hevði kanska ikki altíð farið inn, men tað riggaði so hasa ferðina, og tað var ein praktfull kensla, sigur hann.
Og um triðja møguleikan, sum John fekk, var álopsmaðurin púrasta avkláraður, tó at tað sjálvsagt var so, at hann iðraði seg eitt sindur.
- Tað er einki at tosa um. Hasin skuldi bara rullast inn í kassan, men har kom ein bøkkur fyri, so tað var tann møguleikin. Tað var annars stórt spell, tí hatta var eitt fínt álop, har vit spæla okkum ígjøgnum verjuna, áðrenn bólturin verður sendur inn, og skoraðu vit har, so hevði dysturin verið avgjørdur, segði John, sum annars ikki fekk seinasta korterið á vøllinum. Hetta tí hann fekk eina kraftiga stempling á fótin, og hóast hann kanska kundi hildið fram, so helt hann tað tá vera betri, um ein frískur maður varð settur inn á vøllin.

Hugsar um nútíðina
Við báðum málunum leygardagin otaði John seg eitt vet longur upp á føroyska máltindin fyri landsliðsleikarar, har hann nú bert hevur Toda Jónsson (9 mál) og Una Arge (8 mál) framman fyri seg. Undan leygardagin var Jan Allan Müller trið mest skorandi føroyski landsliðsleikarin við fýra málum.
Spurdur um, hvørt tað eisini er eitt mál at taka Tosa og Una aftur á listanum, sigur John, at tað er tað kanska ikki.
- Eg hugsi fyrst og fremst um, hvør hevur skorað mest av teimum, sum spæla á liðnum í dag, sigur hann heldur speiskliga, við mest sum beinleiðis adressu til Jens Kristian Hansen, ið undan hesum dystinum hevði sama máltal, sum John Petersen.