- Í Januar mánað verður fundur ímillum Føroyar og ES um at seta eina skipan í gildi, sum ger, at tað ber til her á landi at avgreiða skip, sum ES ikki hevur góðkent.
Tað sigur Arni Poulsen, aðalstjóri í vinnumálaráðnum.
Í vnnumálaráðnum eru tey greið yvir, at tað er ein trupulleiki, at vit ikki fáa avgreitt skip, sum ES ikki hevur góðkent, í Føroyum.
Tað, sum manglar, er at seta eina skipan, sum er nevnd “Traces”, í gildi fyri Føroyar.
Tað er ein elektronisk eftirlitsskipan sum ger, at tað ber til at fylgja eini vøru, hvagar hon fer.
- Fyri at avgreiða hesi skipini, skulu vit verða partur í hesi ávísu traces skipanini og í løtuni arbeiða vit við at fáa hana setta í gildi í Føroyum.
Arni Poulsen sigur, at í hesum sambandi hevur Vinnumálaráðið biðið um fund við ES í januar um at seta hesa skipanina í gildi í Føroyum.
- Tey formligu viðurskiftini skulu vera í lagi og vit duga ikki at síggja at nøkur viðurskifti skuldi verið til hindurs fyri, at hetta verður sett í gildi í Føroyum. Men tað skal greiða fáast á fundinum við ES í Januar.
Men nú er hetta ein gamal trupulleiki, hví er málið ikki loyst langt síðani?
- Tað er ein spurningur um raðfestingar og nú er stundin so komin til at raðfeasta hetta málið, sigur Arni Poulsen.
Higartil hava vit ikki arbeitt við at fáa hetta í rætt lag, leggur hann afturat.
Vinnan sigur, at nú er so seint, at vandi er fyri, at tey missa ein marknað, sum tey hava brúkt fleiri ár upp á at fáa til Føroya?
- Tað vóna vit ikki fer at henda, er stutta viðmerkingin úr Vinnumálaráðnum.
Men kundi Heilsufrøðiliga Starvsstovan so ikki framhaldandi avgreitt skipini upp á gamlan máta, til tann nýggja skipanin varð sett í verk?
- Tað hevur hon so ikki mett, at hon kann og tað eigur hon heldur ikki at gera, tá ið tað ikki er í samsvari við reglarnar.
Farið afturvið
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at tað er ikki fyrrenn beint nú, at hann er greiður yvir, at hetta er ein trupulleiki.
Tí hevur hann heldur onga forkláring uppá, hví tað hevur gingið so langa tíð at fáa málið loyst.
Landsstýrismaðurin er samdur í, at tað ber ikki til hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at hava eitt virksemi, sum ikki er í samsvari við sáttmálan við ES og tí kann hann ikki mótmæla, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan gevst at avgreiða hesi skipini.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann kann ikki annað enn harmast um, at tað hevur drigið so langt út, at loysa hendan trupulleikan, at vandi nú skal vera fyri, at fyritøkur missa eina vinnu á gólvið, sum tey hava brúkt fleiri ár upp á at byggja upp.
Átti ikki onkur í skipanini at havt fangað, at hetta er ein trupulleiki?
- Tað er sjálvsagt, so tað kann eg ikki annað enn vera samdur í. Men eg fái ikki sagt annað enn, at tað er ikki meiri enn ein mánaði síðani, at eg var varugur við trupulleikan og eg bað beinanvegin um at fáa hann loystan.
Bjarni Djurholm sigur, at hann kann tískil ikki annað enn vóna, at málið verður loyst sum allar skjótast.
Men hvat sigur tú so til, at tað nú er drigið so langt út, at fyritøkur eru í vanda fyri at missa ein markað á gólvið, sum kastar milliónir av sær.
- Tað er heilt beklagiligt og eg fái ikki sagt annað enn at eg havi ikki vitað av hesum trupulleikanum og samstundis kann eg ikki annað enn vónað, at hann verðru loystur beinanvegin.