Skuldi taka við

Tann 37 ára gamli Qusay skuldi taka við eftir Saddam Hussein sum irakskur leiðari.

At síggja til var yngri sonur Saddams, Qusay, ein friðarligur maður, men í veruleikanum stóð hann einki aftan fyri faðirin.

Tá Saddam seinast vísti seg alment í gøtunum í Bagdad tann 9. apríl, stóð tann yngri sonurin undir liðini á honum, og hetta varð tulkað sum eitt tekin um, hvussu stóran týdning Qusay hevði í eygum faðirsins.

Hóast hann var krúnprinsurin hjá faðirinum, var tað sjáldan, at Qusay segði nakað alment, uttan tá hann flenti at viðmerkingum faðirsins, ella tá hann skuldi taka undir við onkrum uppskoti hjá faðirinum.

Í mai í 2001 varð Qusay tilnevndur leiðari fyri trimum av teimum átta fregnartænastunum í Irak, samstundis sum hann gjørdist ovasti fyri tjóðarhirðini og formaður í hernaðarráðnum hjá Ba'ath-flokkinum.

Sjálvt um Qusay var eitt lamb samanborið við bróðurin, var hann eftir øllum at døma ein úlvur í seyðaskinni. Tá Saddam Hussein gjørdi av at revsa shiamuslimarnar aftan á Flógvakríggið í 1991, setti hann Qusay til at loysa uppgávuna. Fleiri túsund shiamuslimar lógu eftirá.