Á eini strond í Tailandi situr arbeiðsleysur føroyingur. Hann arbeiðir vanliga á einum fiskavirki, men nú er onki at gera, so hann fær pening frá arbeiðsloysisskipanini.
Hann hevur tað gott hóast alt, og kemur í tankar um, at pápi hansara hevur føðingardag, og veit, at Elis Poulsen hevur lurtarasending í útvarpinum, so maðurin avger at ringja til Elis at ynskja pápa sínum til lukku.
Heima í Føroyum situr ein málsviðgeri hjá ALS við einum korti í hondini. Hesi eru komin regluliga, og onki sær út at vera áfatt. Útvarpið er frá inni í skrivstovuni, sum tað vanliga plagar at vera.
Maðurin í Tailandi fær nú fatur á Elisi. Hann sigur hvør hann er. Tosar væl og leingi við Elis, og ynskir eitt lag til pápa sín.
Nú stúrsar málsviðgerin við.
Navnið á manninum, sum tosar við Elis, stendur á ALS-kortinum, og so er at boða løgregluni frá, tí ein maður, sum er í Tailandi, kann ikki fara til arbeiðis, um hann fær boð til hetta frá ALS.
Nakað soleiðis vóru hendingarnar, sum fangaðu tveir mans, sum svikaði ALS. Annar var í Tailandi, og var tí ikki tøkur á arbeiðsmarknaðinum, meðan hin maðurin trúliga lat fýra ALS-kort inn til skipanina, har navnið hjá føroyinginum í Tailandi stóð á.
Hvat kunnu vit læra av hesi lítlu søgu? Er tað, at tú ikki skalt royna at snýta, tí tað kann verða uppdagað, ella er tað, at ætlar tú at snýta ALS og at fara av landinum, so skalt tú ikki ringja til Elis, ella nakran annan miðil, tí so kann vera, at málsviðgerin hjá ALS hoyrir, at tú ikki er tøkur á arbeiðsmarknaðinum.
Ákærurnar
Hóast tað var púra tilvildarligt, at føroyingurin í Tailandi varð uppdagaður, so merkir tað ikki, at tað er í lagi at fara av landinum.
Tí kravdi ákæruvaldið, at maðurin og hjálparin vóru dømdir fyri at snýta ALS. Annan fyri at fara av landinum og hin fyri at hjálpa honum at snýta ALS og fyri at falsa ALS-kort.
Tey tvey atlitini menninir vóru kravdir eftir at byrja við vóru:
»Bedrageri og til dels forsøg herpå samt medvirken«
»Forfalskning i forening«
Føroya Rættur
Málið var fyri í Føroya Rætti fyrst í septembur. Báðir menninir noktaðu seg sekar, og tað kom somuleiðis fram, at tað lítil og ongi útlit vóru fyri, at nakað fór at gera á fiskavirkinum. Hetta hevði við sær, at tá til stykkis kom, so vóru báðir menninir fríkendir øllum ákærum og staturin varð dømdur at gjalda rættarkostnaðin.
Men hetta vildu hvørki ALS ella ákæruvaldið, so málið var skotið inn fyri Eystara Landsrætt.
Eystari Landsrættur
Í gjár var málið fyri í landsrættinum. Ákærurnar vóru tær somu, men tað var úrskurðurin ikki heilt.
Menninir noktaðu seg framvegis sekar, men tað helt landsrætturin ikki. Rætturin vísti á, at maðurin í Tailandi ongan møguleika hevði at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum, tá hann var í Tailandi. Hin var somuleiðis funnin sekur fyri at hjálpa tí fyrra.
Tá dómurin varð sagdur, vísti tað seg, at hóast menninir vóru ákærdir fyri dokumentfalsan, tá annar hevði skrivað undir kortini fyri hin, so avgjørdi rætturin, at teir ikki vóru sekir í hesum ákærum.
Fyri fyrru ákæruna fingur menninir tó tvey ára treytaða fongsulsrevsing, fyri at hava snýtt fyri slakar 5000 krónur, umframt, at teir vóru dømdir at gjalda sakarmálskostnaðin.
ALS fegnast
- Hetta er ein góður dómur fyri skipanina. At hugsa sær, um tað vóru einir túsund føroyingar, sum gingu uttanlands, og tað brádliga vóru boð eftir teimum, sigur Ernst Jacobsen, stjóri í ALS.