Skuldi myrða Castro

Í 1961 var Luis Posada Cariles við í landgongdini í Svínavíkini í Kuba. Endamálið var at reka stýrið hjá Fidel Castro, forseta frá, men tiltakið miseydnaðist fullkomiliga.

Fyri fimm árum síðani varð Luis Posada Cariles tikin í Panama, tí myndugleikarnir vildu vera við, at hann hevði lagt ætlanir um at myrða Castro. Hann er eisini lagdur undir at hava verið uppií, tá eitt flogfar úr Venesuela sprongdist av einari bumbu í áttatiárunum. Atsóknin kostaði 73 mannalív.

Nú er tann 73 ára gamli kubanin komin til Miami í Florida, og har hevur hann biðið amerikonsku myndugleikarnar um friðskjól. Tað heldur hann seg hava rætt til, eftir at hann í mong ár arbeiddi fyri amerikonsku fregnartænastuna CIA. Men kubanska stjórnin mótmælir, at hann fær friðskjól. Í einari røðu í kubanska sjónvarpinum hevur Castro sagt, at fær Cariles friðskjól, er tað ein staðfesting av, at USA styðjar altjóða yvirgang.