Amerikanska løgreglan heldur, at Adam Lanza, sum skjeyt 26 fólk í býnum Newtown í desember, hevði fingið hugskotið til atsóknina frá norska hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik. Tað sigur sjónvarpið CBS.
Keldur, sum standa kanningunum í Newtown nær, siga við CBS, at Adam Lanza hevði ætlanir um fleiri álop, og at hann hevði sett sær fyri at drepa fleiri fólk enn Breivik.
Sambært keldunum hevur løgreglan funnið prógv fyri, at Lanza var hugtikin av Breivik. Tær siga eisini, at Lanza hevði nógv telduspøl, og at hann sat nógvar tímar við telduna í einum spælirúmi í kjallaranum.
Adam Lanza tók lívið av sær, tá løgreglan hevði kringsett hann á einum parkeringsplássi. Tann hevði hann skotið 20 børn og seks vaksin.
Anders Behring Breivik gav seg yvir til løgregluna á Utøya. Tá vóru 77 fólk deyð fyri hansara hond.










