Tað var eitt virðisleyst neyst, sum brann í grund í gjár í Havn.
Neystið stóð við Evensensbrúgv, og inni í tí var bara órudd. Neystið var ogn hjá landsstýrinum.
Ætlanin var at taka tað niður, og nú hendi so hetta.
Sambært politinum hava børn brúkt tað sum spælistað, og heimleys hava eisini hildið til har.
Kvøldið fyri sá ein maður, sum kom framvið, royk koma úr neystinum. Hann fór inn, og tá var eldur í eini madrassu. Hann sløkti eldin sjálvur.