Tað hevur verið stak friðarligt í gjár og í nátt.
Men í nátt mátti løgreglan eftir einum manni, sum ikki var grannhavandi. Løgreglan sigur, at hann skuldi berjast við alt og øll og hann fekst ikki at sissa seg.
Tá ið løgreglan kom á staðið, ætlaði hann sær eisini í hóslag við politistarnar, og heldur ikki teir fingu hann at sissa seg.
Tískil varð maðurin tikin við á løgreglustøðina, har hann hevur sitið fyri seg sjálvan í nátt. Løgreglan sigur, at hann sleppur út aftur um eina løtu, men tá verður tað við eini bót hangandi á sær fyri at bróta politiviðtøkurnar um harðligan atburð, og tann bótin er 800 krónur.
Annars var løgreglan eisini á gátt hjá skeinkistøðum at vita um alt var eftir forskriftunum, og tað var tað.











