Skuldarspurningurin skal loysast

Hóast fleiri kommunur longu hava boðað frá, at tær ikki ætlað at vera við í eini samhaldsfastari umlegging av kommunuskuldini, verður framhaldandi arbeitt við málinum.

Í vikuni hevur landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, verið á fundi við onkrar av ringast støddu kommununum, tá talan er um kommunuskuld. Tað hevur ljóðað, at talan er um at sanera ein part av skuldini hjá hesum kommunum, men hesum afturvísir landsbankastjórin.

Hann vísir á, at talan framhaldandi er um at finna eina loysn fyri umfígging av kommunalu skuldini, nú kommunuskuldaravtalan rennur út hin 30. november í heyst.


Sama loysn

Spurdur, um talan er um eitt nýtt modell til loysn av spurninginum, svarar Sig-urd Poulsen, at tað er tað ikki.

Hetta merkir við øðrum orðum, at talan framhaldandi er um uppskotið til loysn, sum Landsbankin saman við Unibank legði fyri kommunurnar fyrr á ár. Hetta var ein loysn, har kommunurnar solidariskt heftu fyri allari skuldini hjá føroysku kommununum. Hetta skuldi samstundis verið skipað soleiðis, at kommunurnar fingu ein rentufyrimun, samanborið við, um tær hvør í sínum lagi royndu at avklára skuldarviðurskiftini við einstøku lánveitararnar.

Sambært teimum upplýsingum, sum vórðu førdar fram í februar mánaði, var talan um at eitt nýstovnað felag skuldi selja lánsbrøv, til tess at útvega neyðuga peningin til umleggingina.

Tá málið varð ført fram fyri hálvuma ári síðani, varð nevnt, at ein av treytunum fyri slíkari loysn var, at tær stóru kommunurnar eisini vóru við, men hesum tóktist tó eingin áhugi at vera fyri. Bæði Tórshavnar og Klaksvíkar Kommuna boðaðu tó frá, at tey ikki høvdu ætlanir um at vera við í einari solidariskari loysn, og líkt var tí til, at ætlanirnar ikki kundu gjøgnumførast.

Úr báðum teimum stóru kommunum varð víst á, at tær higartil høvdu víst stóran solidaritet, men tey ivaðust í, um hetta veruliga verður neyðugt, tá kommunuskuldaravtalan frá 1995 rennur út. Víst varð á, at marknaðarrentan hevur verið sera lág alt tíðarbili, sum avtalan hevur verið í gildi, og at allir lánveitarar høvdu givið til kennar, at teir ongar ætlanir høvdu um at venda aftur til rentusatsirnar, sum vóru galdandi undan kommunuskuldarav-taluni.


Átrokandi spurningur

Spurdur um, hví Landsbankin kortini heldur áfram við hesum arbeiði, sigur landsbankastjórin seg onga viðmerking hava. Heldur ikki kundi hann svara, um talan var um arbeiði eftir politiskum ynski.

Tað er kortini greitt, at spurningurin um kommunalu skuldina gerst alsamt meira átrokandi. Verandi avtala rennur út um góðar tríggjar mánaðir, og fáa gomlu avtalurnar tá aftur gildi, um so er at kommurnar ikki hava umfíggjað skuldina onkursvegna.

Sigurd Poulsen er eisini samdur í, at spurningurin gerst alt meira átrokani. Sum hann málber seg, so vildi hetta, at gomlu avtalurnar aftur fáa gildi, verið ein lítið ynskilig støða.