Skúlastjóri í Klaksvík gevst

Skúlastjóri í Klaksvík hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram í starvinum

Óla Jákup Joensen, skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, hevur boðað frá, at hann gevst í starvinum. Hann greiðir frá at hann hevur verið sjúkur síðani mars mánaða í ár við krabba, og er tískil enn í sjúkrafarloyvi.

 

Hann sigur, at hann ikki hevur hug at røkja starvið sum stjóri í framtíðini, men arbeiðir framvegis í skúlaverkinum, innan Mentamálaráðið, tó tað enn ikki er avgjørt, hvør uppgávan verður í framtíðini.

 

Óla Jákup Joensen hevur eisini starvast sum varaskúlastjóri  í Runavíkar Kommunuskúla og fyrstilærari í Norðskála-Oyrar skúla. Harumframt hevur hann starvast sum lærari í mong ár.