Um 16 tíðina seinnapartin stevndi danska skúlaskipið Georg Stage inn á Vág. Skipið liggur nú við bryggju í Vági, og tætt við liggur sluppin Johanna, ið júst er gjørd klár til summarið. Skamt frá liggur eisini útlendskur seglbátur, so førini við seglum savnast av álvara við bryggjukantin í Vági í dag.
Georg Stage verður væntandi liggjandi ein dag ella tveir, meðan bíðað verður eftir betri veðri, ella at tað viðrar betri, so at ættin ikki er beint ímóti, tí ætlanin er at vitja longur norðuri í Føroyum, í øllum førum í høvuðsstaðnum, sum skilst.
Eftir hetta verður ætlandi farið til Hetlands og síðani til Bornholm.
Nógvir føroyingar hava verið við skúlaskipinum Georg Stage, teirra millum nógvir vágbingar, og áhugin sá eisini út til at vera stórur, tá fólk leitaði oman á bryggjuna at skoða stásiliga skipið.
Georg Stage er stálskip, bygt í 1934 og er sonevndur 3 mastraður fullriggari. Stiftelsen Georg Stages minde eigur skipið. Manningin telur 73, harav 63 eru næmingar. Skipið siglur 10 knob, motorurin er ein Volvo Penta 368 KW og tveir 130 hk generatorar eru.
Fríggjadagin millum kl 18 og 20 er opið skip, og fólk eru vælkomin at vitja umborð.
##med2##
##med3##
##med4##