- Einasta gongda leið er at leggja skúlar saman.
Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum
Í Skúlablaðnum heldur hann, at vit eiga at síggja veruleikan í eyguni.
Og veruleikin er, at játtanin til fólkaskúlan er ov lítil og stendur í stað.
Samstundis verður skúlabygnaðurin skeiklaður av tí minkandi barnatalinum.
- Vit mugu tora at tosa um, hvussu skilagott tað er at halda lív í teimum heilt lítlu skúlunum, har tað er stutt til ein størri skúla, sigur Herálvur Jacobsen.
- Men at niðurleggja, ella at leggja skúlar saman, er eingin loysn í sær sjálvum, og er einasta endamálið at spara, at fáa játtanina at røkka, er hetta ikki nakað, Lærarafelagið vil vera partur av, sigur hann.
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at ongin ivi er í, at tað eru nógvir fyrimunir í at hava størri skúlaøki, har skúlar í einum øki hava eina felags leiðslu.
- Skúlin verður meira og meira spesialiseraður, bæði námsfrøðilga og tøkniliga.
- Fleiri lærarar eru, og verða, útbúnir á serstøkum økjum, og øll eiga at fáa gagn av hesi servitan.
- Samstundis eiga lærarar at hava umstøður at brúka sína vitan og førleikar til fulnar, og tá er ein ávís skúlastødd ein fyrimunur.
- Orkan eigur at verða brúkt til at gera ein góðan skúla í einum øki heldur enn at spjaða orkuna ov nógv út, so øll fáa ov lítið.
Herálvur Jacobsen sigur, at hetta krevur eisini, at lærarar eru sinnaðir at arbeiða, ikki bara á einum skúla, men á skúlunum í økinum.
Tað krevur eisini, at Mentamálaráðið er sinnað at tingast um, hvussu ferðing og flutningur gerast partur av arbeiðstíðini hjá lærarum, sigur hann.