Tórshavnar kommuna skipar fyri serligari hugskotskapping fyri skúlanæmingar í kommununi. Kappingin er liður í arbeiðinum at skapa enn meira lív í miðbýin.
»Lurtið eftir teimum ungu, tí tað er ein miðbýur fyri tey og teirra framtíð, sum skal skapast«, var ein av boðskapunum á verkstovu fyri kortum, har býráðspolitikarar, arkitektar og fleiri áhugabólkar viðgjørdu miðbýin.
Og býráðið hevur tikið boðskapin í álvara. Á býráðsfundi í farna mánaði varð gjørt av at skipa fyri serligari hugskotskapping fyri skúlanæmingar í kommununi. Kappingin er partur av miðbýarverkætlanini, ið Tórshavnar kommuna arbeiðir við.
- Vit ynskja at hoyra bæði áskoðanir og hugskot. Hvat ynskja tey ungu í okkara miðbý? Vit vænta ikki, at tey fara í holt við at loysa eitt nú ferðsluavbjóðingar, kloakkviðurskifti ella líknandi teknisk og trupul mál. Tað, vit ynskja, er, at fáa viðmerkingar, hugskot og ítøkilig uppskot frá teimum um viðurskifti fyri ung, sum tey halda mangla ella kundu verið øðrvísi í miðbýnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Fyrireikingarnar til hugskotskappingina fyri skúlanæmingar hava verið í gongd í eina tíð, og sjálv kappingin verður nú skrivað út.
Hugskotskappingin er ætlað at verða ein opin kapping, har skúlanæmingar kunnu koma við alskins hugskotum. Tað kann til dømis vera tiltøk ella virksemi, tey kundu hugsað sær í miðbýnum. Tað kann eisini vera at broyta eitt ávíst stað í miðbýnum og laga økið meira til tey ungu ella at gera nýggj savningarstøð fyri ung - fyri bert at nevna onkur dømi.
- Møguleikarnir at koma við hugskotum eru púra opnir. Bert hugflogið setir mørk fyri, hvørji uppskotini kunnu vera. Tí verður hetta eisini eitt gott høvi hjá næmingunum at nýta bæði lærdóm og teirra skapandi evni. Næmingarnir kunnu til dømis gera vanligar tekningar, teldutekningar, arbeiða við litum, við tekstum og seta uppskotini saman á ein hátt, so at boðskapurin fangar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Skúlanæmingar kunnu luttaka sum einstaklingar ella fleiri í felag. Virðislønir verða latnar fyri trý tey bestu hugskotini, har 1. virðisløn verður kr. 15.000, 2. virðisløn kr. 10.000 og 3. virðisløn kr. 5.000.
- Vit í býráðnum eru sera spent at síggja úrslitið av hugskotskappingini millum skúlanæmingar, og tað er ikki óhugsandi, at hugskotini kunnu gerast partur av kappingarskránni til hugskotskappingina, sum verður millum føroyskar arkitektar seinni, sigur Heðin Mortensen at enda.
Freistin at lata inn uppskot til kappingina er sett at verða fríggjadagin 14. februar 2014 kl.12.










