Í dag er árligi skulkingardagurin á Glasi og sum tað liggur í orðinum, eru næmingarnir ikki í skúla. Tvørturímóti ganga tey á vegnum og tað hevur tarnað ferðsluni á Marknagilsvegnum, og har um vegir, rættiliga illa í morgun.
##med2##
Men løgreglan sigur, at alt hevur verið friðarligt og at tað hevur ikki elvt teimum til nakað serligt av stríði. Kanska hava fólk vant seg við hetta fyribrigdi, tí løgreglan sigur, at tey fingu bara eina fráboðan frá bilførarum um at tey ikku sluppu fram.