– Eg eri so ræðuliga keddur, sigur Reimund Langgaard, sum vegna Kaupthing lumpaði fólk at keypa virðisleys partabrøv.
Millu annað hetta kemur fram í sendingini hjá KVF um Eik, sum verður send í kvøld.
Tað var kanska smart, at skúlalærarin og prædikumaðurin, Reimund Langgaard, varð settur í starv hjá Kaupthing banka sum ein av fýra seljarum.
Hóast Reimund Langgaard onga útbúgving hevur innan fyri sølu- og bankavirksemi, so helt hann seg kortini til. Hann er útbúgving fólkaskúlalærari frá 2006. Umframt fólkaskúlalæraraútbúginvingina, so er hann royndur prædukumaður innan fyri heimamissiónina, og hann hevur verið útsendur sum trúboðari í Kambodja. Talugávunum bilar einki, so hann hevur hóskað væl til sølustrategiina hjá Kaupthing banka í Føroyum, og kanska hann eisini við sínum missións-kontaktum hevur rokkið fólkum, sum smarta leiðslan í Kaupthing banka ikki røkk.
– Tað sum eg ikki visti var, at talan var um firmalánsbrøv. Eg helt, at talan var um statslánsbrøv, segði Reimund Langgaard, sum kennir seg illa og hevur ringa samvitsku av at hava lumpað fólk at keypa virðisleys virðisbrøv, sum hann sjálvur billaði teimum inn vóru trygg.
– Eg eri so heilt ræðuliga keddur av, at eg havi selt hetta. Hevði eg kunnað bakkað tíðina aftur, og broytt hetta, so hevði eg gjørt tað. 110 prosent sikkurt. Upp á táverandi tíðspunkt handlaði eg út frá bestu sannføring, Við tí vitan, eg hevði tá, gjørdi eg tað, sum eg helt vera rætt tá, segði hann.
Reimund Langgaard segði eisini, at tey, sum hann soleiðis lumpaði, vita í dag, at hann er so keddur av sínum gerðum.
– Eg haldi, at eg havi snakkað við tey flestu teirra. Og eg havi eisini roynt at hjálpt teimum at fingið pengarnar aftur. Eg havi ikki merkt, at tey bebreita mær fyri tað, men eg eri so ræðuliga keddur av tí sjálvur, so heilt ótrúliga keddur, segði Reimund Langgaard, sum eftir karrieruna sum bankamaður og virðisbrævaseljari er valdur á ting, har hann umboðar Sambandsflokkin.
(Úr grein eftir Eirik Lindenskov í Sosialinum)