Hjálp! - tað eru jól
Soleiðis er heitið á fittari bók, sum júst er útkomin. Bókin er knappar hundrað síður, og innihaldið er jólauppskriftir. Hon er flokkað í tríggjar partar – um jólamat, um jólaprýði og um jólagávur.
Tað er y flokkurin, sum fór undir útbúgvingina í Studentaskúlanum á Kambsdali í summar, sum gevur út. Tey verða nevnd 14y. Tey fjala ikki, at orsøkin til, at flokkurin fór at arbeiða við hugskotinum at geva bók út, var, at tey beinanvegin eftir at tey í summar fóru undir lesturin, fóru at tosa um námsferðina, sum tey sambært ásetingunum skulu á, og sum plagar at vera á skránni á heysti triðja lestrarárið. Námsferðin hjá hesum flokkinum verður á heysti í 2016.
-Fyrstu ferð, tá ið vit tosaðu um, hvørji tiltøk vit skuldu fara undir fyri at savna pening, so samdust vit skjótt um, at tað skuldi ikki bara vera tað traditionella við skava og vinn og lutaseðlum, bingo og so víðari. Læararin í føroyskum hjá okkum, Hallgerð Akurstein, stuðlaði okkum at taka stigið at fyrireika bókaútgávu, og síðani hava vit í flokkinum arbeitt við innihaldinum, sum nú er vorðið til hesa bókina, greiða tey frá, meðan vit í vetrarveðrinum mánadagin fyrireika myndatøku uttanfyri skúlan á Kambsdali.
Hvat rokna tit so við at fáa burturúr?
-Vit hava longu fingið spennandi royndir, sum vit heilt víst fáa gagn av. Kostnaðurin fyri at gera bókina hevur ikki verið so ógvuliga stórur, tí vit hava tryggjað okkum fleiri stuðlar. Hvussu nógv vit fara at fáa burturúr valdast sjálvandi um, hvussu nógv eintøk vit fara at selja. Sjálvi halda vit, at hetta er ein fitt og góð bók fyri 150 krónur. Innihaldið í hesi bókini er um fyrireiking til jóla. Vit halda, at hetta hevur verið so hugaligt, at møguleikin at geva eina bók út aftrat hevur verið nevndur. Vit hava onkra hugsan um, hvat næsta bókin skal snúgva seg um, men tað bíða vit at siga nakað um, inntil tað verður greitt, um hon verður veruleiki.










