Skúlaferð endaði sum sorgarleikur

Tað er lítil vón um at finna fleiri á lívi eftir ferjuvanlukkuna í Suðurkorea í morgun.

Av teimum 459, sum vóru við ferjuni, eru 170 bjargað og fýra funnin deyð, og tískil eru meiri enn 280 fólk ikki komin afturíaftur.

 

Myndugleikarnir dylja ikki fyri, at talið á deyðum uttan iva fer at veksa, tí ferjan sakk so skjótt, at tey flestu fingu ikki stundir til at sleppa av skipinum. Kavarar hava verið niðri hjá skipinum í dag, men umstøðurnar eru truplar, tí tað rekur hart, og harafturat er sýnið sera vánaligt, verður sagt.

 

Vanlukkan er helst tann ringasta skipsvanlukkan í Suðurkorea í 20 ár.

 

Umleið 300 av ferðafólkunum vóru skúlanæmingar, sum vóru á veg til ta væl umtóktu frítíðaroynna Jeju saman við 14 lærarum.

Tað er ikki greitt, hví ferjan sakk, men fólk, sum vórðu bjargað, hava greitt frá, at skipið steðgaði brádliga, og tað kann vera eitt tekin um, at ferjan sigldi á land, skrivar NTB.