Næmingar í 8., 9. og 10 flokki av Eiði fara at ganga í nýggja Skúlanum við Streymin tey næstu 15 árini. Eiðis kommuna hevur selt Sunda kommunu sín part av Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Avtala er eisini gjørd um, at Eiðis Kommuna rindar fyri næmingarnar av Eiði 15 tey næstu árini
Skúlablaðið skrivar, at nú nýggja skúlaárið byrjaði, fekst naggatódnin endiliga úr tí drúgva málinum hjá Sunda- og Eiðis kommunum um at lata Sunda kommunu keypa partin hjá Eiðis kommunu í Felagsskúlanum á Oyrarbakka:
Undan summarsteðginum gingu einir 260 næmingar í skúla frá 1. til 10. flokk úr Sunda Kommunu, og nakrir og tjúgu næmingar úr Eiðis kommunu eru í skúlasamstarvinum. So um skúlasamstarv um 8. til 10. flokk framvegis er í 2016, ganga einir 280 næmingar í nýggja Skúlanum við Streymin.
Eftir samskifti fyri summarferiuna í ár millum borgarstjórarnar í ávikavist Sunda og Eiðis kommunu, Heðin Zachariasen og Jógvan í Skorini, varð einaferð aftrat avrátt at leggja málið fyri bý- og bygdarráðið. Úrslitið av semjuni um hetta drúgva trætumál varð, at tann 1. juli samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at keypa partin hjá Eiðis kommunu í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Bygdarráðið á Eiði samtykti somuleiðis at selja sín part av felagsskúlanum.
Sostatt hevur Sunda kommuna yvirtikið allan felagsskúlan, og kommunurnar eru komnar ásamt um framhaldandi at samstarva um felagsskúlan.
Avtalað er, at Sunda kommuna rindar Eiðis kommunu 12,5 milliónir krónur umframt at Sunda kommuna letur Eiðis kommunu ognarpartin hjá Sunda kommunu í Læknahúsinum á Eiði.
Avtalan er ein tíðandi liður í ætlanini hjá Sunda Kommunu um at leggja allar skúlarnar í kommununi saman í ein nýggjan skúlabygnað, Skúlan við Streymin.
Tilgongdin í málinum hevur verið drúgv eftir, at Sunda Kommuna setti sær fyri, at "Fólkaskúlin í Sunda Kommunu, 1. til 10. flokk, verður frá skúlaárinum 2016/17 skipaður sum ein felags skúli fyri allar næmingar í kommununi. Skúlin fær navnið Skúlin við Streymin".
Øll undirvísing verður miðsavnað í nýggja skúlanum, og hetta hevur við sær, at øll undirvísing verður flutt úr verandi fimm skúlunum í nýggja skúlan. Sunda Kommuna fevnir um heilar 11 bygdir: Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Tjørnuvík, Saksun, Haldórsvík, Langasand, Oyrabakka, Oyri, Norðskála og Gjógv.
Nýggi skúlin verður staðsettur á Oyrarbakka sum ein skúladepil, ið fer at vera har, sum núverandi Norðskála- Oyrar skúli og Felagsskúli eru.
Sunda Kommunu sendi í fjør Mentamálaráðnum umsókn um at góðkenna ætlanina at leggja allar skúlarnar saman. Uppskotið um samanleggingina varð sent Mentamálaráðnum til góðkenningar, og nú góðkenningin loksins er komin, verður ferð sett á fyrireikingarnar at fáa lagt allar fimm skúlarnar í kommununi saman.
Kelda: Skúlablaðið