Skúladepilin í Marknagil eitur nú ...

Skúladepilin í Marknagil hevur fingið nýtt navn og búmerki.

Fyri løtu síðani kundi rektarin, Bogi Bech Jensen, á nýggja skúladeplinum, ið verður bygdur á Marknagili, kunngera nýggja navnið á skúlanum, ið higartil hevur havt heitið Miðnámsskúlin í Marknagili.


Glasir er nýggja navnið á skúlanum, ið loksins skal savna allar næmingarnar hjá Føroya Studenta og HF-skeið, Føroya Handilsskúla og Tekniska skúla undir sama tak.
Harumframt hevur skúlin fingið undirheitið Tórshavn College.


Navnið varð kunngjørt á móttøku, har øll starvsfólkini í teimum trimum skúlunum í Havnini vórðu savnað.


Samstundis avdúkaði rektarin eisini nýggja búmerkið hjá skúlanum, ið er ein tvørskurður av einum træi. Tað er Sendistovan, ið hevur sniðgivið búmerkið.