Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti ein meiriluti at seta arbeiðsbólk, sum enn einaferð skal greina skúlaøkið í Klaksvík og koma við tilmæli um, hvørt vit skulu hava ein ella tveir skúlar. Við hesi samtykt sigur man eisini, at alt tað arbeiðið, sum varð gjørt í síðstu setu, verður skrottað. Hetta við formanninum í byggibólkinum, sum í dag er borgarstjóri, á odda.
Málið um at leggja skúlarnar í Klaksvík saman varð viðgjørt í 2011. Hetta varð gjørt, tí Mentamálaráðið mælti til, at Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð vórðu lagdir saman. Eisini hoyrdist tá, at arbeiðssetningurin hjá skúlastjóranum, sum varð áramálssettur í eitt 5 ára skeið, var at leggja tveir av størstu skúlum í landinum saman í ein. Um hetta var so, veit eg av góðum grundum ikki.
Hóast hesi bastantu boð úr Mentamálaráðnum, so samtykti býráðið á býráðsfundi 24. mai 2011, at Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð, sum eru 5. og 7. størstir í landinum, skuldu vera tveir sjálvstøðugir skúlar.
Skúlin við Ósánna, sum er 2-sporaður skúli, varð júst bygdur og við áliti á vakstrarætlan býráðsins og betri fíggjarligar tíðir var hugsanin, at hóast minkandi barnatal, so væntaðu vit fólkavøkstur og tilflyting, sum vit eisini hava sæð. Tí áttu vit í Klaksvík at hava tveir fultútbygdar 2-sporaðar skúlar.
Vit kenna øll søguna. Ein bygginevnd varð sett og kom við einum áliti í juni 2012. Arbeiðssetningurin var greiður. Hann ljóðaði soleiðis:
Við støði í samtykt býráðsins frá 24. mai 2011, um at varðveita verandi skúlabygnað – har Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð eru tveir sjálvstøðugir skúlar, ið sjálvbodnir samstarva sínámillum – verður byggibólkurin biðin um at lýsa tørvin hjá Skúlanum á Ziskatrøð á framtíðar hølum og umstøðum og við støði í hesi tørvslýsing at koma við tilmæli um bygging og innrætting av skúlanum.
Nú verður sagt, at niðurstøðan hjá bygginevndini er so ógreið, at hetta ikki kann brúkast. Ikki kann arbeiðast víðari við hesum, tí er arbeiði í bygginevndini steðga upp. Eftir at hetta er hent, kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at umboð í bygginevndini ikki hava virt samtykt býráðsins, og tí hava gruggað málið so mikið nógv, at vit nú, vit skriva februar 2014, enn einaferð av nýggjum skulu kjakast um skúlabygnað í Klaksvík.
Hetta er eitt álvarsmál, og í eini viðmerking á nordlysid.fo, sigur borgarstjórin soleiðis: “Einki so stórt mál sum hetta verður borið ígjøgnum av einum einsamallum býráðslimi. Tí fegnist eg um, at undanfarna býráð einmælt tók undir við fyriliggjandi byggiskrá, hóast tað nú vísir seg at verða neyðugt við nøkrum dagføringum”. Hetta er at fara ógvuliga lætt um, bert at siga at neyðugt verður við nøkrum dagføringum. Tað er so dyggiliga meir enn tað, tí nú verður enn einaferð farið undir at viðgera allan skúlabygnaðin! Eitt samt býráð tók undir við málinum tá, men nú ger man eina kúvending. Eg vil tí við hesi grein heita á fyrrverandi formannin í bygginevndini, sum í dag er borgarstjóri, at koma við eini gjølligari frágreiðing um hvat er farið fram.
Eri rædd fyri, at henda íkomna støða ger, at stígur enn einaferð kann koma í byggingina av Skúlanum á Ziskatrøð.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur