Skúlabók til teldubrúk

Við nýggju útgávuni verður roynt at fáa nýggju miðlarnar inn í føroyskt-undirvísingina

Nú nýtt skúlaár stendur fyri framman, hevur Nám greitt út hondum nýggja bók til lærugreinina, føroyskt.

 

Flestu skúlastovur hava samvirknar talvur, og flestu miðnámsnæmingar brúka telduna sum arbeiðsamboð hvønn dag. Tí er upplagt at hugsa nýggjar møguleikar og nýggjar miðlar, skrivar Nám.

 

- Nýggja sBókin Sýni & Dýpi 1 er eitt úrslit av hesum. sBók er nýggjur, samvirkin og netborin miðil, sum samantvinnar bók og net og tekur tað besta úr báðum miðlum. Í Sýni & Dýpi 1 eru umframt vanligar tekstir og vanligar uppgávur eisini ljóð, video og samvirknar uppgávur.

 

Nám samstarvar við danska forlagið Systime um sBókaskipanina, og nýggja sBókin er harumframt eisini eitt úrslit av samstarvi við norska forlagið Gyldendal og føroyskar miðlar, rithøvundar, ritstjórar, týðarar og listafólk.

 

Í sBókaheildini  Sýni & Dýpi 1 eru 1123 uppgávur, 65 samvirknar uppgávur, átta verkstovur, 51 filmsbrot, 69 ljóðupptøkur, 140 myndir, 407 orðafrágreiðingar, átta greiningarfrymlar umframt vanligar tekstir. Í partinum Sýni  fær næmingurin yvirlit yvir grundleggjandi førleikarnar, sum hann skal duga í lærugreinini føroyskum fyrsta árið í miðnámi. Og í partinum Dýpi fær næmingurin høvi at kava niður í fagurfrøðiligar og yrkisfrøðiligar tekstir.