Síðan nýggja politistøðin í Klaksvík varð tikin í nýtslu seinast í august mánaði, hevur støðin so at siga hvønn gerandisdag havt vitjan av onkrum skúlaflokki. Í gjár var ein fjórði flokkur og vitjaði.
- Tað er sera dámligt, at skúlflokkarnir koma at vitja, og børnini fáa at vita, hvørjar uppgávur okkara eru, og hvat arbeiði vit gera. Tað er gott, tí harvið fáa børnini eina rættari fatan av politinum, at vit ikki eru mótpartur, og ikki nakað at ræðast, sigur Karsten Hansen.
Barnagarðsbørn hava seinastu árini javnan vitjað politiið.
- Tað er gott, at hetta verður fylgt upp, tá børnini fara í skúla, heldur Karsten Hansen.