Skúlabørn spældu við matin

Í dag vitjaði Gutti Winther 5. flokkarnar í Tórshavnar kommunu, sum samstundis fingu høvið at spæla við matin

Hetta var partur av umhvørvisvikuni, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Pætur M. Dahl og Gutti Winther, sum hava staðið fyri Spískamarinum, vitjaðu á Argjahamri, har allir 5. flokkarnir í Tórshavnar kommunu vóru møttir, og her varð skipað fyri verkstovum av ymsum slag.


Evnið var ”Søgan um eplið”. Umframt at Pætur og Gutti greiddu frá eplinum, vóru verkstovur, har ymisk vitan um eplið og annað grønmeti varð viðgjørt. 

Verkstovurnar vóru hesar:
- Eplavelta 
- Vørulýsing: Epli og annar eplaúrdráttur 
- ”Kenn títt grønmeti”, grønmetisfamiljan hjá eplinum. 

At enda fingu næmingarnir hvør sína breyðflís við eplum, radisum og heimagjørdum majones á.

Eisini fingu næmingarnir hvør sítt setepli við sær heim at seta niður.