- Eg ræðist hesi fríkorterini við brimi. Soleiðis skrivar Hans Eli Sivertsen, sum arbeiðir á Sjósavninum á Facebook.
Hann hevur lagt eitt filmsbrot á Facebook, har hann hevur avmyndað børn, sum spæla í briminum.
Hann sigur, at tað eru skúlabørn, sum koma oman at spæla í fríkorterinum.
Men hann heldur, at hetta er serstakliga vandamikið spæl, tí “her fer man bara útvið einaferð”, sum hann tekur til.
Hann vísir á, at tað kann eisini verða sera hált á dráttinum og tað økir sjálvsagt um vandan.
Hann sigur, at hann hevur lagt filmsbrotið á Facebook, sum eina ávaring og fyri at gera vart við vandan.
Gamli Skúli á Argjum er beint við og har heldur kommunuskúlin til.
Tað eru børn úr fimmta flokki og upp eftir, sum halda til har.
Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum var illa við, tá ið vit spurdi hann, hvat hann segði til hetta.
Hann segði, at hetta visti hann einki um, men hann ætlaði sær at kanna málið alt fyri eitt at vita um tað vóru børn úr gamla skúla á Argjum, sum gingu oman í mølina at spæla í brimi, tí tað mátit steðgast alt fyri eitt.
Síggj filmsbrot av børnunum, sum spæla í briminum, við at trýsta HER
|