Skúlabørn skulu hava frálæru um rúsdrekka

Nýggi rúsdrekkapolitikkurin hjá landinum mælir til, at børn í skúlanum skulu læra um vandan við rúsdrekka

Hóast skjalprógvini eru ivasom fyri, at undirvísing í skúlum og kampanjur í sjálvum sær virka, kunnu hesi átøk stuðla undir øðrum, sum kunnu hava eina beinleiðis ávirkan á at avmarka rúsdrekkanýtsluna.

Soleiðis verður sagt í nýggja Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkin hjá landsstýrinum, sum varð lagdur fram fríggjadagin.

Í álitinum eru fleiri ítøkilig tilmæli, sum hava til endamáls at avmarka skaðarnar av rúsdrekka. Eitt av tilmælunum er, at skúlabørn fáa frálæru í rúsdrekka og rúsevnum.

- Øll skúlabørn eiga eisini fram yvir at fáa undirvísing um rúsdrekka, men her er neyðugt at viðurkenna, at slík undirvísing neyvan í sær sjálvum fremur jaligar broytingar í atferðini. Sum er, eru fleiri, sum veita skúlabørnum slíka undirvísing, t.d. lærarar, heilsufrøðingar og SSP.

- Sambært danska Heilsustýrinum eru undirvísing og kunning týðandi keldur til vitan um evnið, ið er avgerandi, tá ið vit tosa um møguligar broytingar í atferð, hóast hetta ikki kann standa einsamalt, stendur at lesa í nýggja rúsdrekkapolitikkinum.