Skúlabørn savnaðu 24.000 til fátæk børn

Í Menniskjum Góður Tokki fingið stórfingna gávu frá skúlabørnum á Tvøroyri

Seinastu dagarnar hava børnini í skúlanum á Tvøroyri havt evnisviku, har tey hava virkað mangt og hvat, tey hava bæði bakað, súltað, málað og evna til og annað mangt.

 

Og tað varð alt selt á eini jólasølu í eini uppskrýddari fimleikahøll í gjár og tey gjørdu av, at átakið Í Menniskjum Góður Tokki, skuldi fáa alt sum kom inn.

 

Tá ið jólasølan varð gjørd upp, varð greitt, at tey høvdu fingið savnað 24.000 krónur saman.

 

Og í morgun handaði skúlastjórin, Johan Joensen, næmingunum ein kekk upp á 24.000 krónur, sum tey síðani hava latið Í Menniskjum Góður Tokki

 

Myndirnar hevur Turið V. í Dali hevur tikið