Skulu vit trúgva kanningini, sum var gjørd av 9. flokksnæmingum fyri tveimum árum síðani, so trívast børnini í okkara fólkaskúla ikki serliga væl.
Meira enn annar hvør næmingur umhugsar at flyta skúla, tey keða seg, nógv halda, at tilfarið er ov lætt, onnur at tað er ov ringt. Tey gera sum heild ov lítið av skúlatingum og ein tíggindapartur heldur, at skúlin er meingingsleysur.
Hetta er ein trupulleiki, sum botnar í, at lærararnir ikki fáa nokk av endurútbúgving, og at Mentamálaráði ikki tryggjar, at nokk av tíð og pengum eru til at arbeiða við trivnaði, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, Herálvur Jacobsen.
- Nógvir av lærarunum hava eina útbúgving, sum er 20 – 30 ára gomul. Tey eru ikki nóg væl ílatin til at handfara næmingar, sum eru vaksnir upp í einum samfelagið, sum sær heilt annaðleiðis út, enn tað gjørdi fyrr, sigur hann.
Haraftrat er gransking um læring er so mikið nýggj, at tað er slett ikki ein partur av tí gomlu læraraútbúgvingini.
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at heldur enn at útbúgva fleiri lærarar til arbeiðsloysi, átti man at nýtt orkuna og pengarnar upp á at endurútbúgva, teir lærarar sum eru í dag.
- Tað verða færri næminar og størri skúlar. Tað merkir, at tað verður brúk fyri færri lærarum, men kortini koma 30 nýggir lærarir út hvørt ár, og tey koma út til arbeiðsloysi, sigur Herálvur Jacobsen.
Í kanningini, sum Firouz Gaini gjørdi á Fróðskaparsetrinum, vóru 540 9. flokksnæmingar (276 gentur og 264 dreingir) spurdir um nógv ymisk viðurskifti.
Kanningin vísti millum annað, at:
11% halda skúlan vera meinginsleysan
36 % keða seg ofta ella altíð í skúlanum
64% siga seg ikki gera sær nóg stóran ómak
46% siga seg ikki trívast
35% høvdu viljað givist
50% siga seg ofta ella altíð umhugsa at skifta skúla
27% siga seg semjast illa við lærararnar