Skúlabørn kappast við ruski

Hundrað børn luttaka leygardagin í First Lego League Føroyar.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setir stevnuna leygardagin 7.november, tá børn og ung úr øllum Føroyum fara at dystast um snildastu loysnirnar við ruski í First Lego League Føroyar kappingini. Tiltakið verður stroymað á internetinum.


Leygarmorgunin hittast øll liðini, sum hava arbeitt seinastu átta vikurnar við fjøltáttaðu uppgávunum í First Lego League. Kappingin verður í Føroya Tele bygninginum í Klingruni í Hoyvík har Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fer at seta dagin kl 10.


Kappingin hevur í ár heitið Trash Trek og snýr seg um rusk. Samfeløg um allan heim hava stórar trupulleikar av ruski, og hetta tykist bara at versna. Tað er alneyðugt, at vit gerast tilvitaði um henda umhvørvisvandan og finna alskyns loysnir á rusktrupulleikanum. Henda stóra spurning hava børnini í First Lego League sett sær fyri at hyggja nærri eftir.


Børnini fara at kappast við programmeraðum robottum, sum skulu loysa ruskuppgávur á einum bana. Síðan fara tey á ymsan hátt at leggja fram hugskot um, hvat vit snildisliga kunnu gera við rusk. First Lego League kappingarnar eftirlýsa góð hugskot, sum eru grundaði á teknikk og programmering, og dentur verður lagdur á, at liðini eru góð til at samstarva um at menna og marknaðarføra hugskotini. Tiltakið er við til at styrkja áhugan hjá børnum fyri náttúruvísindum og teknikki, og at gera tey tilvitaði um virðini av, at vit eru so ymisk.


Vinnandi liðið í kappingini leygardagin fer víðari til skandinavisku finaluna, sum í ár verður hildin í Mo i Rana í Noregi.