Hugflogið er gott í Vági, og nú hava børnini í 6. flokki havt eina verkætlan um kvæði.
Í hesum sambandi hava børnini eisini roynt seg sum kvæðayrkjarar – við hjálp frá lærarum og foreldrum, skrivar heimasíðan hjá Vágs Skúla, www.vagsskuli.fo
Burturúr kom eitt kvæði í 12 ørindum um grind og mótstøðuna ímóti grindadrápi. Síðan fingu tey vitjan av einum jassorkestri -Triosmiðjan og Listaleypurin. Og ímeðan tey kvóðu og dansaðu kvæðið, spældi orkestrið og lagið er kvæðið um Ormin Langa.
Kvæðið kann hoyrast við at trýsta HER. Men her kvøða tey, uttan at hava tónleik afturvið. Men tey gera vart við, at okkurt tekniskt ger, at tað riggar ikki hvørja ferð