Skúlabørn í føðingardegi hjá kommununi

Børnini, sum vóru fødd sama ár sum kommunan, vórðu boðin í føðingardag í gjár

Í dag var veitsludámur á kommunuskrivstovuni í Sunda Kommunu.

Allir 3. flokkarnir í kommununi vóru bodnir í føðingardag hjá kommununi, nú kommunan fylti runt.

 

Nýggjársdag, 1. januar, fylti Sunda kommuna 10 ár, og tí varð gjørt av at bjóða øllum børnunum, sum eru fødd sama ár Kommunan varð stovnað, í føðingardag.

Og tað var so í gjár, at tey 28 børnini í triðja flokki í kommununi, vóru í føðingardegi á kommunuskrivstovuni.

 

Kommunan bjóðaði teimum kakumann og saft. Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og greiddi frá um Sunda kommunu og hvussu býráðsfundir ganga fyri seg.

Síðani greiddi Asbjørn Djurhuus frá um, hvussu tað var, tá ið hann gekk í 3. flokki.

Til seinast var spurnarkapping og øll børnini fingu eina lítla gávu frá kommununi.