Skúlabørn fáa nú eina viku vetrarfrí

Í 7. viku í 2025 fáa næmingar og lærarar í fólkaskúlanum vetrarfrí.

 

Tað er vikan frá 10. til 16. februar í 2025.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til fyrispurningar frá Eiriki í Jákupsstovu og Liljuni Weihe, sum bæði í hvør sínum lag hava spurt um málið.

Landsstýrismaðurin sigur, at eftir ætlan verður vetrarfrítíð sett í gildið frá skúlaárinum 2024-2025, og tískil kunnu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta vetrarfrítíðin verður í viku 7 á vetri 2025.

– Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at

summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í 7 vikur. Hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir

koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst í juni og august. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, verða allir avvarðandi partar hoyrdir, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur víðari, at hann metir, at tað fer at koma væl við hjá næmingum í fólkaskúlanum, at teir fáa ein viku vetrarfrí.

– Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin. Harumframt eru tað børn, sum hava foreldur í hvør sínum landi, og við hesi broyting verður tað ein fyrimunur at hava ein steðg í skúlagongdini í eina viku í februar, soleiðis at tey børnini fáa høvi at vitja síni foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og náðum uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum, sigur hann.

– Samstundis eri eg av tí fatan, at summarfrítíðin hjá næmingunum í dag er heldur long, at hetta er eitt heldur langt tíðarskeið at vera burtur frá skúlanum, eins og nógvar familjur hava avbjóðingar við at halda summarfrítíðina saman, tí flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.